April 24, 2017

Julio Ernesto Granda Zuniga

From:

Julio Ernesto Granda Zúñiga (25/2-1967) úr Peru er stórmeistari í talvi og er í løtuni styrkismettur nummar 100 í heiminum við einum styrkistali á 2658 (FIDE April 2017)

Julio Granda gjørdist altjóða meistari (IM) í talvi í 1984 og bert tvey ár seinni, tá hann var 19 ára gamal, fór hann uppum 2500 í rating og gjørdist stórmeistari (GM) í talvi.

Julio Granda hevur vunnið peruvianska meistaraheitið í talvi fimm ferðir, í 1994,1995,1996, 1997 og í 2002. Afturat hesum meistaraheitum hevur Granda eisini vunnið American Continental Championship, ið er ein kapping fyri telvarar úr Norður-, Mið- og Suðuramerika, fýra ferðir í 2007, 2012, 2013 og 2014. Eisini hevur Granda umboða Peru á 11 talv olympiadum frá 1986 til 2014.

Í Chess World Cup í 2013 kom Julio Granda til fjórða umfar, men mátti tó lúta fyri Fabiano Caruana, eftir at hava vunnið á Hrant Melkumyan, Peter Leko og Anish Giri.