Helgi Dam Ziska
From:
Helgi Dam Ziska er fremsti føroyski telvarin og einasti føroyski stórmeistari í talvi. Helgi gjørdist altjóða meistari í talvi í 2007 og hevur síðani støðugt tikið seg fram og gjørdist síðani stórmeistari í talvi í 2017.
Helgi hevur verið hægst á føroyska ratinglistanum síðani hann var 16 ára gamal og eisini umboða Føroyar á talvolympiadu síðani 2006.
Helgi hevur vunnið Føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar í 2008, 2011 og í 2017. Umframt hetta hevur vunnið Føroyameistaraheitið í snartalvi 12 ferðir.
Í 2013 endaði Helgi á 2. plássi í kappingini um at gerast Danmarks meistari við 6/9 stigum.
Helgi vann sær rættindi at luttaka í Chess World Cup 2017, við tað at hann vann 2nd European Small Nations Individual Chess Championship í 2016. Helgi endaði kappingina við 9,5/11 stigum.